fo / en
Totalview HR Recruitment
Developed by Formula

Matstovuleiðari til Angus Steakhouse í Klaksvík

 

Angus í Klaksvík flytur í næstum í nýggj hølir, og kundu vit hugsa okkum at sett ein matstovuleiðara, ið kann vera við at seta sín dám á matstovuna og til at lyfta tænastustøðið frá byrjan. Vit leita eftir tær, ið hevur áhuga í at leiða, ganga undan og vera ein fyrimynd í menningini av heildarupplivingini í Angus í Klaksvík.

 

Matstovuleiðarin fer at hava ábyrgdina av

-          Dagliga rakstrinum og tænastuni í matstovuni

-          Starvsfólkunum í matstovuni

Herundir at seta fólk, gera vaktarætlan og at læra og menna tey.

-          At bíleggja vørur í samráð við køksleiðaran

-          At ganga á odda fyri góðari kundatænastu

 

Av tær vænta vit, at

-          Tú dugur at hava yvirlit og at arbeiða skipa

-          Tú hevur royndir innan matstovuyrki

-          Tú er smílandi og tænastusinnað/ur

-          Tú hevur góð samstarvsevni

 

Talan er um fulltíðarstarv. Av tí, at tú hevur ábyrgdina av matstovuni um kvøldið og í vikuskiftinum eisini, kanst tú vænta skiftandi arbeiðstíðir.

 

Løn er sambært avtalu. Freistin at søkja er 25/10-2020 á midnátt, og verður starvið sett 7. novembur ella eftir avtalu. Upplæringin fer fram á Angus Steakhouse í Tórshavn.

Eru spurningar til starvið kanst tú venda tær til Sally Rasmussen á 233420. Tú søkir starvið beinleiðis her á síðuni.

 

Date Posted
16. Oct 2020
Job
Matstovuleiðari
Job Title
Matstovuleiðari til Angus Steakhouse í Klaksvík
Company
SMS
Department
Angus Klaksvík
Application Deadline
25. Oct 2020
Start Date
07. Nov 2020