fo / en
Totalview HR Recruitment
Developed by Formula

Toymisleiðari til Miklagarð

Til framkomna handil okkara leita vit eftir einum starvsfólki, ið skal hava dagligu ábyrgdina av tænastuøkinum, herundir kassunum, kioskini og leiðbeiningini. Tú ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og trívist væl í leiklutinum sum fyrimynd fyri tínar starvsfelagar.

 

Uppgávurnar eru nógvar, tú kemur at taka lut í avgreiðsluni av kundum okkara, men tú skal eisini umsita vaktarætlan og setan av starvsfólkum til kassarnar, samstundis sum tú skal bíleggja vørur til kioskina/bakarin.

 

Vit vænta av tær, at tú

-          arbeiður skipað

-          ert ábyrgdarfull/ur

-          dámar væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar og kundar

-          eisini arbeiður sjálvstøðugt

 

Talan er um fulltíðarstarv, og lønin er sambært avtalu. Freistin at søkja er 16. mai, og starvið verður væntandi sett frá 1. juni.

 

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011. Tú søkir starvið her á síðuni.

 

Date Posted
29. Apr 2021
Job
Handilsfólk
Job Title
Toymisleiðari til Miklagarð
Company
SMS
Department
MI-10 Miklagarður
Start Date
01. Jun 2021